Móttøka
Seinnapartin fríggjadagin var almenn móttøka á Havstovuni í sambandi við stjóraskiftið á stovninum.
Hjalti í Jákupsstovu, sum hevur verið stjóri á Havstovuni í 22 ár, er nú farin frá vegna aldur.
Eftirmaður hansara er Eilif Gaard, doktari í havlívfrøði. Hann hevur starvast á Havstovuni síðan 1987. Soleiðis hava Hjalti og Eilif eisini verið starvsfelagar gjøgnum mong ár.
Væl av fólki var til móttøkuna. Røður vórðu hildnar, og gávur og blómur handaðar nú fyrrverandi stjóranum og eftirmanni hansara.
Umframt Hjalta og Eilif, søgdu eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og Bogi Hansen, sum eisini er doktari og starvsfelagi hjá Hjalta og Eilifi gjøgnum mong ár, nøkur orð.
Hjalti í Jákupsstovu fekk nógv rósandi orð fyri sín leiðandi leiklut á Havstovuni gjøgnum hesi 22 árini, eins og vónirnar um, at Eilif Gaard fer at roynast hollur, eru stórar.
Út at ferðast
Skemtandi segði Bogi Hansen, at nú verður Hjalti í Jákupsstovu ikki longur Føroya størsti syndabukkur, sum hann tók til. Her sipaði Bogi ivaleyst til, at Hjalti ikki longur verður garranturin fyri burðardyggari føroyskari fiskiveiði, sum eftir øllum at døma kemur at merkja skert fiskidagatal.
- Hendan leiklutin tekur nú Eilif Gaard yvir, legði hann aftrat.
Bogi segði, at øll eru fegin um, at Eilif er settur stjóri á Havstovuni, og hann helt fyri, at hetta er eitt tað týdningarmesta starv í landinum. Starvið krevur dirvi, og tað hevur Eilif.
Vegna starvsfólkini á Havstovuni og manningina við Magnusi Heinasyni handaði Bogi Hansen Hjalta eitt skjal sum sigur, at hann eigur eina ferð til eitt nú Prag, París og Rom.
- Nú skalt tú fara út og njóta hesa ferðina og lívið saman við konu tíni, segði Bogi Hansen.
Gott samstarv
Jóan Pauli Joensen, rektar á Fróðskaparsetri Føroya, vísti á tað stóra granskingararbeiði, sum Havstovan gjøgnum árini hevur gjørt, og hann vísti eisini á góða samstarvið, sum er millum Havstovuna og Fróðskaparsetrið.
- Tað eru tey, sum halda seg vera klókari enn vísundin, men upp á longri sikt er tað vísundin, sum situr við vitanini.
Rektarin helt fyri, at politikararnir eiga at verða stoltir sum pávar av Havstovuni og tí arbeiði, sum hon ger.
Jóan Pauli Joensen segði, at Eilif byrjaði sína útbúgving á Fróðskaparsetrinum.
- Eilif hevur nógv at liva upp til, men eg ivist onga løtu í, at hann verður ein góður leiðari. Starvsfólkini verða leidd av tí sum leiðir, men tey skulu eisini ansa eftir, at leiðarin ikki kemur í óføri, segði rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Ikki altíð samdur
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, segði eisini nøkur orð við móttøkuna.
Hann rósti Hjalta í Jákupsstovu fyri hansara verk hesi árini, hann hevur verið stjóri á Havstovuni.
- Vit hava ikki altíð verið samdir, men vit hava ongantíð verið óklárir. Onkuntíð er ketan lopin av millum partarnar, sum hann tók til.
Viberg ásannaði, at bæði fiskimenn og ráðgeving ynskja tað sama – at fiskastovnarnir skulu vera so væl fyri, at mest møguligt kann fáast burtur úr teimum.
- Vit eru samdir um týdningin av at ansa eftir fiskastovnunum, nú tað treingir saman um, og vit eru frá reiðarafelagsins síðu altíð til reiðar til gott samstarv.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag gav eisini til kennar, at partarnir seinastu tíðina eru komnir nærri hvørjum øðrum í spurninginum um fiskidagar.
- Vit gleða okkum til at hoyra meiri frá nýggja stjóranum á Havstovuni, Eilifi Gaard, segði Viberg Sørensen, sum takkaði Hjalta í Jákupsstovu fyri hansara ídni gjøgnum eitt so langt áramál, samstundis sum hann ynskti eftirmanninum góða eydnu við starvinum.