Hjalte og Nina í Føroyum

Donsku hjúnini Hjalte Tin og Nina Rasmussen, sum skulu halda fyrilestur um teirra ævintýrkenda lív á motorsúkklu, eru nú í Føroyum. Fyrilesturin, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 17. mai kl. 16, verður ein forvitnisligur fyrilestur, sum tey hava valt at kalla »Nina og Hjalte ? eitt ævintýralív«, tí soleiðis fata tey í stuttum seg sjálvi og lív teirra á motorsúkklu.

Fyrilesturin verður um ferðir teirra á motorsúkklu ymsastaðni í heiminum, eitt nú í Suðuramerika, á Kuba og í Sovjettsamveldinum. Saman við fyrilestrinum sýna tey myndir av tí, sum tey siga frá.

Vit hava ferðast ymsastaðni í heiminum, og uppdaging er okkara liviháttur. Frá motorsúkkluferðum við børnum í Suðuramerika til Irak og onnur lond. Vit hava nógvar søgur at siga tykkum. Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru vælkomin, siga tey bæði.

Hjalte og Nina fara annars at ferðast kring landið á motorsúkklu. Mánakvøldið 18. mai vitja tey hjá Føroya Ellisakførum og týsdagin 19. mai kl. 16 verður eitt tiltak hjá MC-Søluni í Slættanesgøtu.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum