Hjallur við krana og pappírshandklæði

Svart upp á hvítt tykist vegleiðingin um innrætting av hjallum at turka kjøt í umfatandi. Rennandi vatn, flótandi sápa og pappírshandklæði eru nøkur av krøvunum

Heilsufrøðiliga starvsstovan leggur dent á, at vegleiðingin Innrætting av hjalli at turka kjøt í frá 28. september 2011 er ein vegleiðandi krøv til innrætting. Mett verður um hølisviðurskiftini og endalig avgerð verður tikin í hvørjum einstøkum føri.
Men svart upp á hvítt, so er talan um umfatandi krøv og víðfevndar broytingar, sum skulu gerast við hjallin – um hann annars er háttaður sum hjallar flestir – fyri at fáa góðkenningina sum løggildur hjallur.

Nøkur av krøvunum
Vegleiðingin leggur millum annað upp til, at hjallurin telur fleiri rúm. Eitt forrúm, eitt turkirúm, eitt pakkirúm og eina goymslu til pakkitilfar.
Tá tað kemur til sjálva innrættingina eru eisini fleiri krøv. Millum annað skal turkirúmið, tað vil siga hjallurin, hava rimar í minst tveimum síðu, sum skal tryggjað støðugt luftskifti. Somuleiðis skal hann vera so mikið stórur, at krovini ikki nerta hvørt annað, ella við útveggin, umframt ymiskt annað.
Um útbúna verður sagt, at »... handvask skal vera í forrúmi, við flógvum vatni og ikki handstýrdum krana. Flótandi sápa, pappírshandklæði og ruskílat skulu vera við hondvaskið«.
Hvat reingerð viðvíkur verður sagt, at áðrenn turkingin byrjar, skal hjallurin vaskast, sóttreinsast og vera turrur.
Og so skal eingin onnur vøra inni, meðan kjøt hongur í hjallinum.