Hjalgrím: Enn einaferð spæla vit klovn

Hjalgrím Elttør var bersøgin um avrikið hjá sínum liði KÌ, aftaná, at KÍ hevði blakað eina 3-0 leiðslu burtur: - Enn einaferð spæla vit klovn, og lorka tað burtur. So greið vóru orðini hjá Hjalgrími.

 

Venjarin hjá HB, Oddbjørn Joensen var ólíka fegnari um ein mannfólkainnsats hjá sínum monnum.

 

Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra tað, sum Hjalgrím Elttør og Oddbjørn Joensen søgdu við Pætur Albinus aftaná dystin millum KÍ og HB, sum endaði við javnleiki 3-3