Hjalgrím og Aston Villa skiljast

Stórfelagið í Birmingham leitar eftir einum boksspælara, og tað halda teir ikki, at Hjalgrím er, men teir siga halda unga KÍ spælaran vera væl fyri

Eftir at hann hevur verið eina viku í Birmingham, er Hjalgrím Elttør aftur í Klaksvík. Tað verður eingin sáttmáli skrivaður millum hann og Aston Villa. Við KÍ heimasíðuna sigur Hjalgrím Elttør, at hann iðrar seg ikki so nógv um, at einki spurdist burturúr ferðini til Onglands. Hann sigur seg harmast nógv meiri, at KÍ ikki verður við, tá fjórðingsfinalurnar í steypakappingini verða spældar fríggjadagin.
Umframt Hjalgrím Elttør hevur Aston Villa havt vitjan av fleiri ungum spælarum, sum hava tað til felags, at teir droyma um at gerast fulltíðar yrkisspælarar í onkrum av europeisku stórfeløgunum.
Eftir eina viku við venjing og fleiri dystum fekk Hjalgrím Elttør at vita, at felagið hevði tikið avgerð um, at tað verður ikki hann, sum teir í hesum umfarinum fara at skriva sáttmála við.
? Teir søgdu seg leita eftir einum typiskum boksspælara, og tað eri eg ikki, sigur Hjalgrím Elttør. Fótbóltshugaðir føroyingar vita, at Hjalgrím Elttør er ikki tað slagið av fótbóltsspælara, sum støðugt lúrir í brotsteiginum eftir einum leysum møguleika. Hann er sera arbeiðssamur, rennur nógv og trívst best, tá hann hevur bóltin nógv og sleppur at vera partur í samanspælinum fram eftir vøllinum.
Sambært KÍ heimasíðuni søgdu teir í Aston Villa seg duga at síggja nógvar dygdir í fótbóltsspælinum hjá Hjalgrími Elttør, men hetta vóru altso ikki akkurát tær dygdirnar, sum teir hildu seg hava brúk fyri.
Hjalgrím sjálvur sigur seg ikki vera vónbrotnan av ferðini. Hann sigur seg hava havt ein fínan túr, og hann heldur seg hava fingið royndir, sum verða kærkomnar, tá tað møguliga verða boð eftir honum eina aðra ferð.
Í fyrstu atløgu snýr tað seg nú um hjá Hjalgrími og KÍ at savna allar hugsanirnar um fyrireikingarnar til fyrsta landskappingardystin. Hann verður á heimavølli ímóti Skála annan sunnudag.
Liðini í steypakappingini hava annars møguleikar at fáa góða dystarvenjing. Umframt fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar fríggjadagin, eru innan farið verður undir landskappingina, fyrru hálvfinalurnar á skránni. Tær verða spældar nú sunnudagin.