Klokkan 14.23 kunngjørdu vit, hvørjir ellivu fóru at standa á vøllinum, tá ið tjóðsangirnir um eina løtu verða spældir undan landsdystinum millum Føroyar og Frakland.
Merkisvert er tað, at tveir av teimum fýra, sum tað ikki er pláss fyri - hvørki á vøllinum ella á beinkinum - eru tveir, sum hava verið eyðsýndir í føroysku kappingini.
Talan er um Hjalgrím Elttør og Arnbjørn Hansen, sum Brian Kerr ikki metti seg hava pláss fyri í dag. Saman við teimum báðum eru verjuspælararnir Niclas Niclasen og Høgni Zachariasen millum áskoðararnar.
Á føroyska beinkinum sita Gunnar Nielsen, Bartal Eliasen, Einar T. Hansen, Jann Ingi Petersen, Christian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg og Jóan Símun Edmundsson.
Tað er møguleiki fyri, at ein spælari kann fyri fyrstu ferð umboða Føroyar. Tað er Jóan Símun Edmundsson úr B68.