Hjalgrím ivast

Tað er framvegis óvist, hvat Hjalgrím Elttør fer at spæla fótbólt komandi ár

 

Fótbóltur


Seianstu tíðina hevur nógv verið gitt og tosað um, hvar fótbóltsframtíðin hjá unga KÍ- og landsliðsleikaranum, Hjalgrím Elttør, man liggja.

Hjalgrím skrivaði fyri tveimum árum síðani undir sáttmála við KÍ, men hesin er nú runnin út, og tí stendur tað spælaranum frítt at velja, hvørt hann framhaldandi fer at spæla við barndómsfelagnum, ella um onnur feløg skulu fáa gleði av evnum hansara.


Tað eru serliga meistararnir úr B36, sum hava verið nevndir sum møguligur avtakari av klaksvíkinginum, men hóast samband hevur verið millum partarnir í eina tíð, so hevur Hjalgrím enn ikki tikið nakra støðu í hesum.

- Jú, tað er rætt at eg havi tosað við B36 um at fara til Havnar at spæla. Vit hava tosað aftur og fram nú okkurt um mánað, men eg má viðganga, at tað er sera torført hjá mær at taka nakra endaliga støðu, sigur hann.

- Tað er eisini so nógvir lutir, sum spæla inn í hesum. Eg má eisini gera mær sjálvum greitt, hvørjar ætlanir mínar eru fyri framtíðina, og her hugsi eg sjálvandi fyrst og fremst um úøbúgvingarmøguleikar. Tí fer ein møguligur sáttmáli neyvan at fevna um meira enn eitt ár, men sum sagt, so havi eg ikki enn tikið nakra endaliga støðu, men tað verður allar helst nakað skjótt, sigur Hjalgrím Elttør at enda.