Tað ber ongum til at renna undan aldrinum - heldur ikki Hjørleifi. Men hóast hann nú hevur nátt markið, sum Skriftin sigur bara er tillutað kempunum, so hevur hann ikki tikið frá. Hjørleif røkir framvegis arbeiðið og álitissessirnar, sum hann so trúfastur hevur havt í mong ár. Hann hevur verið organistur í Christianskirkjuni í fleiri enn 30 ár, og tað er hann framvegis. Hann hevur verið organistur í Emmaus so leingi, sum nakar veit um at siga, og tað er hann framvegis, og saman við Tórgerð rekur hann matvøruhandilin á Vágsheygnum, sum tey hava havt í fleiri enn tríati ár.
Hjørleif er klaksvíkingur, og hann hevur alla sína tíð búð á Vágsheygnum. Av omanfyri standandi er skjótt at staðfesta, at eitt av eyðkennunum hjá honum hevur verið trúfesti. Hjørleif var lítil smádrongur, tá ið hann misti pápan, Jóan Magnus, sum fórst við Ernstinu. Mamman, Turid, og Hjørleif búðu undir sama taki, inntil hon doyði. Seinni tóku Hjørleif og konan, Tórgerð, sum hann heldur so ógvuliga nógv av, foreldur hennara til sín, og har vóru tey, inntil teirra tíð var liðug.
Tórgerð og Hjørleif hildu gullbrúdleyp í november. Tað gjørdu tey saman við børnunum - Turið, Eyð, Lív og Leif - sum øll búgva í Klaksvík. Tað var hugaligt at staðfesta, at familjukærleikin, fyrikomiligheitin og hjartalagið sóust aftur henda dagin í stóra flokkinum, sum møtti í kirkjukjallaranum fyri at heiðra tey bæði og gleðast saman við teimum.
.Á ungum árum arbeiddi Hjørleif hjá mammubeiggjanum, Einari Waag, har hann var bilførari. Seinni fór hann undir egið virksemi, og eitt langt skifti mundi hann teljast millum teirra í Klaksvík, sum høvdu flest fólk í arbeiði. Hjørleif hevði bilstøð, hann átti sjálvur nógvar hýruvognar og buss, sum koyrdi runt vánna, og seinni hevði hann bilverkstað, har bæði bilar hjá honum og øðrum vórðu umvældir.
Hetta seinasta árið hava fleiri stórir dagar verið í familjuni, og fleiri ferðir hava høvi verið at gleðst saman við Hjørleifi og hansara. 80 ára dagurin í gjár varð hildin heima hjá einari av døtrunum.