Hjá – á og í

Málráð frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

Ofta verður sagt ella skrivað “hjá” í staðin fyri “á”, t.d. armurin hjá honum er brotin, hárið hjá henni er so vakurt, og hann meiddi fingurin hjá sær. Eisini stendur at lesa um ávíst slag av fólkatónleiki, sum fellur væl í oyruni hjá øllum, og so var tað fótbóltsleikarin, sum rakti beint á beinið hjá málverjanum.

Nýta vit orðið “hjá”, hevur tað eina aðra merking – so snýr tað seg um ognarviðurskifti, t.d. húsini hjá mær, bilurin hjá henni.

Men snýr tað seg um kropspartar, skulu vit nýta “á”, t.d. armurin á honum, hárið á henni, fingurin á einum, oyruni á fólki og beinið á málverjanum. Somuleiðis er, um tað snýr seg um djór: tað eitur t.d. halin á hundinum, oyruni á kettuni og hógvarnir á rossinum.

Vit nýta tó “í” um kropspartar, sum eru innvortis, t.d. eyguni í gentuni, hjartað (lunguni, nýruni, magin) í fólki og mønan í hvalinum.

Eisini skulu vit siga: málið í ella á einum og ikki hjá einum: Eg havi ikki hoyrt málið í tær so leingi, eg helt meg hoyra málið á tær (t.e. hoyra teg tosa), og tað er einki mál í tær (t.e. um ein, ið er avmæltur).

Í myndamáli eru fleiri slík dømi: Hjartað er sum í orminum kann verða sagt um ein, ið hevur sterkt hjarta. Og eyguni eru sum í hemri verður sagt um ein, sum kveitir og ansar eftir øllum, er hvassoygdur. Málið er sum í sandflundru kann verða sagt um ein, ið hevur ússaligt mál at syngja við, er klænmæltur.