Hjún royndu at smugla fornminni

Løgreglan í Egyptalandi tók í dag eini bretsk hjún, tí tey royndu at smugla 19 fornlutir av landinum. Løgreglan steðgaði hjúnunum á flogvøllinum í býnum Luxor.

Ein talsmaður fyri teir egyptisku myndugleikarnar sigur, at talan er um 19 ymiskar lutir frá ymsum tíðarskeiðum í landsins søgu. Stuldurin er nú latin ákæruvaldinum.

Egyptaland hevur eina sera áhugaverda søgu og ein hóp av størri og smærri fornlutum, og tað hendir javnan, at fremmand ferðafólk royna at fáa onkrar lutir við sær, tá tey fara heimaftur. Í fleiri førum eydnast tað kortini Egyptalandi at fáa lutirnar aftur, og sambært einum almennum talsmanni hava myndugleikarnir fingið fatur á meiri enn 5.000 fornlutum, sum fólk hava smuglað av landinum tey seinastu tíggju árini.