Mitt í Barcelona var átta ára gamli Gustav komin burtur frá familju síni, og visti ikki síni livandi ráð. Men tíbetur kom Petrina Berg fram á dreingin.
- Eg sá beinanvegin, at hann var einsamallur. Hann hevði lagt seg á ein bonk á búkin, og hann sendi eitt so biðandi eygnabrá til mín, sigur Petrina Berg við Rás2.
Hon fór so at tosa við dreingin og fann út av, at talan var um ein svenskan drong.
- Men hann visti ikki, hvar hann búði, mintist ikki navnið á hotellinum. Hann segði tó, at um hann var á strondini, hevði hann helst funnið heim aftur, sigur Petrina Berg.
Hetta var so roynt, men drongurin visti framvegis ikki, hvar hann var.
- Vit royndu so at googla navnið á pápanum, og tað bar væl til. Drongurin váttaði, at hetta var pápi sín, men har var einki telefonnummar at finna. Vit royndu so at koyra runt einar tríggjar ferðir, men til fánýtis, sigur Petrina Berg.
Har var so einki annað at gera, enn at seta seg í samband við løgregluna.
- Vit ringdu til politiið í Føroyum og greiddi frá støðuni. Teir har heima settu seg síðani í samband við svenska politiið. Drongurin hevði sagt, hvar hann búði heima í Svøríki, og tann vegin fekk svenska løgreglan so fatur á einum telefonnummari, sum vit so síðani fingu frá føroyska politinum, sigur Petrina Berg.
Ovfarin foreldur.
Tað vísti seg, at hotellið, har svenska parið búði, var rættiliga langt frá tí staðnum, har Petrina Berg rendi seg í dreingin.
- Tá vit komu til hotellið, var bara mamman har. Pápin var farin onkunstaðni eitt ørindi, og mamman var so forfjamskað, at hon næstan ikki fataði at takka okkum fyri at hava funnið dreingin, sigur Petrina Berg.
Men mamman var samstundis ógvuliga glað fyri, at sonurin var komin aftur í aftur.
- Tey høvdu sett seg í samband við sponsku løgregluna bara 20 minuttir eftir, at tey høvdu mist dreingin burtur. Og tá vit lótu hann aftur til foreldrini, hevði hann verið burtur í tveir tímaar og 20 minuttir, sigur Petrina Berg.
Hon heldur, at tað hevði verið ógvuliga gott, um foreldur lótu børnini hava okkurt uppi á sær sum vísir, hvussu tey eita, og hvønn mann skal seta seg í samband við, um børnini soleiðiðs blíva burtur frá foreldrunum.
- Á hotellinum, har vit búgva, er ein hollendsk familja, sum hevur latið børnini fingið eina hálsketu við øllum viðkomandi upplýsingum á, og tað er ein ógvuliga góður máti at tryggja sær, at børnini koma aftur í aftur, sigur Petrina Berg.
Hesa ferðina endaði alt væl, og talan er um eina rættiliga sólskinssøgu um føroyingar í Barcelona.