Hjálpti báti í Nólsoyarfirði

Tað var ikki ein langur túrur hjá manningini hjá Lív Rescue, tá ið boð blivu send eftir teimum í gjár at sleipa ein bát, ið hevði fingið maskintrupulleikar. Báturin var nevniliga steðgaðu upp út fyri Skansanum í Havn, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.


- Báturin var úti í fjørðinum beint uttanfyri Skansan, tá ið teir boðaðu frá, at teir høvdu fingið maskintrupulleikar. Tað var tríggjar minuttir í tvey í gjár seinnpart, at vit fingu boðini, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.


Manningin umborð á Lív Rescue gjørdi skjótt av og longu ein tíma eftir, at MRCC-støðin fekk boðini, hevði Lív Rescue sleipað bátin aftur til Havnar.