Fyrrverandi týski Rote Armee Fraktion-yvirgangsmaðurin Christian Klar hevur biðið um at sleppa úr fongslinum eftir at hava sitið har í 25 ár, men tað er synd at siga, at hann roynir at ávirka týsku politikararnar til at hjálpa sær við umsóknini. Nú um dagarnar sendi hann einari ráðstevnu hjá ungum týskum kommunistum eina fráboðan, har hann eggjar teimum til at herða stríðið ímóti kapitalsismuni, sum eftir hansara tykki hevur ræði í Týsklandi í dag. Í fráboðanini skrivar Christian Klar, at stundin er komin tilæ at gera enda á teirri kapitalistisku og imperialistisku samgonguni í Evropa, sum roynir at leggja heimin undir seg. Týskir politikarar eru alt annað enn fegnir um orðalagið hjá fanganum, og fleiri siga, at hann eigur at sita í fongsli til sín deyðadag, soleiðis sum dómur hansara eisini sigur.