Hjálpin til Grikkalands útsett

Grikkaland fær ongan hjálparpakka frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum enn, tí landið lýkur ikki treytirnar fyri at fáa pakkan. Tað hevur formaðurin í evrubólkinum, Jean-Claude Juncker (myndin), sagt sambært fronsku tíðindastovuni AFP, og tí hevur hann avlýst ein fund, sum skuldi verai Bruxelles í kvøld millum fíggjar- og búskaparmálaráðharrarnar. Málið er nú útsett til mánadagin.

Evrulondini løgdu tríggjar treytir við, fyri at Grikkaland kundi fáa hjálparpakkan við 130 milliardum evrum. Men enn hava grikkar ikki uppfylt ta seinastu treytina um at spara 325 milliónir evrur afturat teimum stóru sparitiltøkunum, sum grikska tingið samtykti sunnudagin. Harafturat er ES ikki nøgt við, at summir grikskir politikarar hava sagt, at teir ætla at samráðast við ES og IMF av nýggjum aftan á valið, sum verður í vár.

-Eg havi ikki fingið ta kravdu politisku trygdina frá floksformonnunum í griksku stjórnarsamgonguni, sigur Juncker sambært AFP. Tí verður málið um hjálparpakkan ikki avgreitt í kvøld sum ætlað.