Hjálparvenjarin: - Nervøs byrjan

Føroyska U18-kvinnulandsliðið fekk eina dreymabyrjan í EM-undankappingini, sum verður leikt á høllini á Hálsi nú um dagarnar. Fyrsta dystin vunnu tær í gjárkvøldið trygt 3-0 ímóti Írlandi.

Veikasta liðið
Røddir vóru undan dystinum frammi um, at hetta írska landsliðið var tað veikasta í undankappingini, og um Føroyar skuldu vinna nakran dyst, so var hetta tann størsti møguleikin.
- Vit hava møtt írska A-landsliðnum áður, og um vit skulu døma útfrá tí, so var hetta talan um veikasta liðið í kappingini. Tað var eisini tí, at vit løgdu dystin fyrst í kappingini, fyri at koma í gongd, sigur Niclas.

Nervøs byrjan
Føroysku genturnar høvdu eina spenta byrjan, men vunnu seg tó væl inn aftur í dystin og tóku fyrsta settið. Tað er tað ein grundgeving fyri, sambært Niclasi Joensen, hjálparvenjara.
- Tær sóu eitt sindur nervøsar út at byrja við og tordu ikki at sláa. Men síðani fór tað at koyra øgiliga væl. Serliga Femja (Mortensen, blðm.) spældi ótrúliga væl og hevur ment seg nógv, síðani hon var við á U19-liðnum í november. Men sjálvandi, allar spæla væl og yvir vanliga støðið, sigur Niclas Joensen.

Liktinstein í kvøld
Í kvøld kl.19.30 spæla føroysku genturnar ímóti Liktinstein, sum í gjár vann 3-0 á Luksemburg. Og sambært hjálparvenjaranum, so skulu tær føroysku eisini spæla upp til sítt allarbesta, um tær skulu hava nakran møguleika.
- Vit skulu spæla upp til okkara besta, um vit skulu klára tað. Tær hava eina ógvuliga góða í álopspartinum, so um vit standa væl í verjuni og fáa servurnar at koyra, kunnu vit leggja trýst á tær og stressa tær á tann hátt, sigur Niclas.

Tvær finalur
Eftir sigurin í gjárkvøldið er nú greitt, at tær føroysku bara skulu vinna ein dyst afturat, so hava tær tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum fyri smátjóðir, sum verður leikt á Kýpros á páskum.
Undankappingin er skipað í tveir bólkar. Meðan Føroyar skipað fyri A-bólkinum, verður B-bólkurin samstundis spældur á Malta.