Hjálparpakki 3 skal hjálpa fyritøkum í ferðavinnuni

– Vit meta, at hetta kemur at kosta millum 30 og 40 milliónir

Nú fær ferðavinnan eina hjálpandi hond frá landsstýrinum. Á tíðindafundinum í áðni greiddi landsstýrið frá nýggja hjálparpakkanum, 

Hjálparpakki 3 vendir sær til samtøk og fyritøkur, ið reka hotell, ferðaskrivstovur, flutning, upplivingavinnu og matstovuvirksemi. 

Stuðul kann verða latin til fastar útreiðslur á 75%, tó er eitt hámark á 10 milliónir. Um ein fyritøka hevur fingið stuðul úr Hjálparpakka 2, verður stuðulin mótroknaður Hjálparpakka 3

Treytirnar fyri at fáa stuðul úr Hjálparpakka 3 eru nøkunlunda tær somu sum við Hjálparpakka 2.

– Vit meta hetta kemur at kosta millum 30 og 40 milliónir, segði Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri.

Eitt undantak við nýggja hjálparpakkanum í mun til Hjálparpakka 2 er, at avskrivingar eru við.

Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, greiddi frá, at Framtak skyldar landskassanum pengar, sum landsstýrið ikki roknar við at fáa aftur. Tí fer landsstýrið at avskriva skuld frá Framtaksgrunnninum til landskassan, sum fer at leysgeva 30 milliónir, sum kunnu brúkast eftir tørvi. Framtak bindir seg til at nýta 30 milliónir í 2020 og 2021 til fyritøkur í ferðavinnuni. 

Tað vil siga, at samtak og fyritøkur kunnu søkja um stuðul upp til 10 milliónir, og restin er ábyrgdarpeningur frá peningastovnum og Framtak.

Ítróttur og list

Jenis av Rana, mentamálaráðharri, greiddi frá, hvussu Hjálparpakki 3 ávirkar hansara øki, sum er mentamál.

Hann fortaldi, at øll listafólk vóru ikki umfatað av fyrru hjálparpakkunum. Tí hevur landsstýrið valt at bjóða listafólkum við í Hjálparpakka 3. Listafólk kunnu søkja um endurgjald til skjalprógvaðan fíggjarligan miss, sum korona hevur havt við sær. Hetta veri seg eitt nú framsýningar og konsertir.

Ein hjálpandi hond verður eisini latin ítróttinum. Fíggjarligi stuðulin verður býttur milum  feløg, sum á sama hátt sum á listaøkinum kunnu skjalprógva fíggjarligan miss.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, segði, at um fyritøkurnar hava yvirskot, tá árið er úti, so koma fyritøkurnar at rinda tað yvirskotið aftur, sum tær hava fingið úr hjálparpakkunum. 

Eisini varð mælt frá at halda festivalar í juli og august. Festivalarnir kunnu tí eisini fáa endurgjald fyri mistar inntøkur, tá ein uppgerð kemur frá teimum.