##med2##
Nýggi hjálparvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum, fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.
Tróndur og Eli umrøddu nýggja starvið hjá Eli, íblástrartúrin Eli og níggju aðrir føroyskir venjarar høvdu í Brasil fyri stuttum, og síðst í sendingini kom Eli við einum boði uppá hvønn hann væntar í mun til tað hann hevur sæð higartil í ár fer at standa seg væl og minni væl í Betrideildini.