Seinastu dagarnar og næturnar hevur rættiligur ruðuleiki valdað í irakska høvuðsstaðnum. Fólk reika aftur og fram og ræna alt, sum tey kunnu fáa hendur á, og tað er heldur einki mark fyri, hvat verður rænt, ella hvar rænt verður.
Altjóða Reyði Krossur sigur, at fólk hava millum annað verið inni á fleiri sjúkrahúsum í Bagdad, haðani tey hava rænt bæði heilivág, útgerð og innbúgv. Viðurskiftini á sjúkrahúsunum í býnum vóru ring frammanundan, og tað, at tey nú eisini verða rænd, ger støðuna so mikið verri, sigur Reyði Krossur.
Samstundis siga útlendskir hjálparfelagsskapir, at teir tora ikki at senda fólk til Irak við neyðhjálp, tí viðurskiftini eru so ótrygg. Eitt nú stenda nógv tons av neyðhjálparútgerð í Jordan, og bæði heimsheilsustovnurin WHO og Reyði Krossur hava boðað frá, at teir fara ikki at senda síni fólk til Irak, fyrr enn støðan er batnað.
Óskilið ræður ikki bert í Bagdad, siga hjálparfelagsskapirnir. Har vesturi í Irak er eingir amerikanskir hermenn, og har ræður lógloysi. Har suðuri í landinum er støðan lítið mætari, sigur Reyði Krossur. Neyðhjálp, sum varð send tann vegin, varð alt fyri eitt rænd.
Amerikanska herleiðslan sigur, at hon hevur ikki hermenn til at forða ránsmonnunum, tí hermenninir eru framvegis í bardaga við irakar - eisini í sjálvum Bagdad.