Hjálparfólk koyrd úr Pakistan

Myndugleikarnir í Pakistan hava koyrt øll tey útlendsku starvsfólkini hjá hjálparfelagsskapinum Save the Children av landinum. Orsøkin er, at felagsskapurin skal hava hjálpt amerikonsku fregnartænastuni CIA at finna Osama bin Laden, sum amerikanskir hermenn beindu fyri í fjør.

Sambært pakistonsku myndugleikunum lótu starvsfólk hjá Save the Children læknan Shakil Afridi fáa útgerð, sum kundi hjálpa CIA at staðfesta, um bin Laden og húski hansara vóru har, sum amerikanararnir hildu hann fjala seg. Læknin, sum er pakistani, er dømdur 33 ára fongsul fyri sína viðvirkan til drápið á bin Laden.

Save the Children hevur virkað í Pakistan í meiri enn 30 ár. Talsmaðurin hjá felagsskapinum dugir ikki at siga, um tey sleppa at senda onnur starvsfólk til Pakistan fyri tey, sum eru rend av landinum.