Hóast stórt hall er á polsku fíggjarlógini, hevur stjórnin roynt at finna pening til tey mongu, sum hava verið noydd at rýma frá húsi og heimi orsakað av, at fleiri áir eru farnar upp um áarbakkarnar við tí úrsliti, at stór bústaðarøki standa undir vatni.
Stjórnin kunngjørdi í dag, at hon hevur játtað at lata hvørjum húski, sum er rakt av vatnflóðini, góðar 10.000 krónur, so tey kunnu keypa mat, klæðir og annað.
Í næsta mánað verður forsetaval í Póllandi, og andstøðan hevur lagt stórt trýst á stjórnina fyri at fáa hana at brúka meiri pengar til tey, sum líða av vatnflóðini. Men stjórnin sigur seg ikki hava møguleika fyri at játta meiri enn tær 3,5 milliardir krónurnar, sum hon hevur játtað nú.
Vatnflóðin byrjaði har suðuri í landinum, men breiðir seg noðureftir, so hvørt sum vatnið rennur norður ígjøgnum áirnar ímóti Eystrasalti. Vatnflóðin hevur kravt 15 mannalív.