Hjólbøran hjá tjørn- víkingum

Tá tjørnvíkingar miðskeiðis í 20-árunum søktu tingið um stuðul til einaj hjólbøru fingu teir at vita, at ráðini vóru bert til hjólið. Teir máttu sjálvir gera kassan. Nú er henda søguliga hjólbøra á framsýning í útvarpshøllini.

Millum mongu áhugaverdu lutirnar á framsýningini um landsverkfrøðingsstovnin er eisini hjólbøran, sum sæst á myndini omanfyri - og sum hevur eina serstaka søgu.

Søgan aftanfyri hjólbøruna er henda: Í 20-unum søktu tjørnvíkingar tingið um stuðul til at fáa eina hjólbøru til bygdina. Hetta varð ov dýrt hildu tingmenn, men teir lótu tjørnvíkingar vita, at teir kundu fáa sjálvt hjólið, um teir so sjálvir kundu gera kassan.

Heini Olsen, sum greiðir frá søguni um hjólbøruna á framsýningini, sigur, at hann hevur hesa søguna frá ma. Christian Jensen.

Tað fyrsta abeiðið hann hevði hjá landinum var at fara norður til Tjørnuvíkar við hesum hjólinum og har hava fund við fólkið á staðnum um, hvussu tey skulu gera sjálvan kassan.

Heini sigur, at hann roknaði ikki við, at hjólbøran var til longur, tá ein tjørnvíkingur kom til sín og spurdi, um hann hevði áhuga fyri sjávari hjólbøruni.

Hon lá í bygdini og var illa farin. Hon varð so send suður í einum plastposa. Og tá var tað, at Napoleon Klein Olsen, sum varð tann fyrsti asfaltformaðurin hjá LV og seinni goymsluformaður í Smiðjuni, límaði hana saman aftur petti fyri petti. Og nú er hon so í heilum líki við á framsýningini í Útvarpshøllini.

Framsýningin er opin alla hesa vikuna frá klokkan 14 til 18. Møguleiki er eisini at ognað sær nýggju bókina.