Í Trúboðanum kunnu vit lesa: Sambært Bíbliuna so er øll skriftin innblást av Guði, og er hon sostatt óreingjandi, og hetta eigur kirkjan at rætta seg eftir, bæði tá ið orðið gevur ugga, og tá ið tað revsar og lokar millum annað samkynt paralag undir synd. Tað ber als ikki til at signa tað, sum stríður ímóti Guðs orði.
Løgið sum orðið at signa hevur fingið eina merkiliga tulking. Fyrr vóru vit signaði á morgni og á kvøldi, og tá ið prestur var í kirkjuni. Nú er tað vorðið eitt banniorð, tá ið tosað verður um samkynd.
Eg kann ikki siga meg, at vera so frísinnaða, at eg hevði hildið, tað verið rætt, um samkynd skulu í kirkjuna fyri at vígast sum brúðarpar, men hava tey valt at liva saman og koma til altars eins og øll onnur, vildi eg hildið, at tey vóru í sínum fulla rætti til at verða signaði eins og øll hini. Tey munnu vera fá, ið uppfylla tær treytir, ið skriftin áleggur okkum, ið fara til altars.
Tað sær út til, at einki mark er fyri, hvat fólk fáa seg til at skriva í heilagari vreiði. »Fregnir« hevur havt nakrar sera ónærisligar greinir um navngivin fólk, bæði um, hvat ið tey halda, gera og trúgva. Skrivarin ber í bøtuflaka fyri sær sjálvum sigur, at brillurnar eru í ólagi. Eg eri meira bangin fyri, at tað eru eyguni, ið eru farin at bila, tí sum orðatakið sigur: »Ilt eyga skal einki gott sjá«. Um »Fregnir« má eg siga sum fuglfirðingurin: »Eg hevði vænta mær moyra«.
Lítið hevur verið at hoyrt frá teimum, ið stríðið stendst um, onkur hendinga grein, ein einasta í Sosialinum, annars ein góð grein í Dimmu. »Hvor er det skønt at kunne forarges«, somuleiðis ein í Sosialinum »Samkynd: eingin tilburður í ár«. Vit onnur, sum hava fingið bæði í posa og sekk frá skaparans hond, kunnu hóreiggja okkum, sum vit vilja, Við Guðs orði í hendi.
Krúnan á verkinum var tó greinin »Reka føroyingar fyri vág og vind?« Tá ið tosað ella skrivað verður um samkynd, er tað oftast við Bíbliuni í hondini sum ein hóttan. Nú er Bíblian ein sera áhugaverd bók og hartil so fjølbroytt, at ein og hvør, ið vil lýsa egnu hugsan, kann finna eitt ella annað vers, ið vísir, at hugsan hansara er røtt. Tá ið skrivað verður um tey samkyntu, verður so at siga hvørja ferð víst til 3. Mós, kap. 18 v. 22.
Nú kundi eg hugsa mær at vita, hvussu nógv av hesum hava lisið allan kapittulin, ið er ein vegleiðing um, hvussu vit skulu bera okkum at. Kapittulin telur 30 vers. Í versi nr. 6 stendur: Eingin tykkara má nærkast at holdsligu skyldmonnum sínum til tess at nekta blygd teirra. ? Eg eri Harrin ? Tað vil siga, at út frá hesum hevur ein pápi ikki loyvi til at fara undir brúsuna saman við soni sínum, ið heldur í svimjihøllina saman við skyldmonnum sínum. So strangliga er tað bannað í Mósubók, at táið Kam, sonur Nóa, av óvart kom at síggja pápa sín nakran, varð hann bannaður av pápa sínum við so harðligum orðum: ? »Bølbiðin verði Kánáan! Trælur trælanna verði hann brøðrum sínum«.
Í 3. Mós. 18 kap. 22 v. stendur, at maður má ikki hava samlegu við mann eins og við kvinnu. Ein løgin málburður, táið hetta frá náttúrinnar hond ikki letur seg gera. Tað stendur einki í Bíbliuni, hvørt av hesum er verri enn annað. Straffin er fyrst skrivað í vers 29, og er hon tá talandi fyri allan kapittulin. »Tí at hvør, ið fremur nakra av hesum andstygdum ? hvør sum fremur tær ? skal verða oyddur úr tjóð síni«.
Hetta, eg her havi skrivað, er fyri at vísa á, at ikki er rætt at nýta Bíbliuna sum mannakornsrevsiamboð. Bíblian má lesast sum heild og út frá tíðini hon er skrivað. Um vit trúgva ella góðtaka, at Guð gevur lív og anda, hví munnu tá nøkur kenna seg kallaði til at betra um Guðs skaparverk.
Greinaskrivarin er so mótsigandi sær sjálvum, at eg havi ikki áður lisið slíkt. Samstundis sum víst verður á ymisk skriftstøð sum ástøði undir tí, íð fram verður ført, verður í næstu syftu skrivað: Haldi uppat at róta Bíbliuna og kristindóm uppí! Sigið sum er, at tit venda honum bakið! Aðra staðir verður skrivað. Men vit kunnu ikki bara taka tann partin burtur úr Guðs orði og boðum, sum vit sjálvi ganga inn fyri og blaka restina burtur. Jú men, er hetta ikki júst, tað ið skrivarin ger.
Eitt lítið brot úr hesi longu grein. Hvar eru prestarnir? Hesir professionellu útleggjarar av orðið Guðs, hugsa teir bara um løn og eftirløn hjá sær sjálvum í hesum yvirtøkutíðum. Hvar fór nú tann kristni andin, sum greinin skuldi vísa? Víðari verður skrivað. Einasti andaligi leiðarin, eg veit meg hava sæð alment frammi í málinum um skrásett parlag av samkyndum, er ein danskur prestur í Føroyum, sum ikki sá sær føri fyri at virka sum prestur undir tí leiðslu, sum er í løtuni. At ein prestur velur at fara úr embæti sínum, er einki prógv fyri, at nakað er í vegin við leiðsluni.
Eg havi spurt nógvar prestar, um teir á nakran hátt hava følt seg heftar av tí donsku grundlógini og grein 4 í arbeiði tierra; ikki ein hevur svara ja. Sundurlyndið, ið hóast alt eisini er komið inn um kirkjugátt, stavar helst frá teimum, ið hava útbúgving sína á teim nýggju skúlunum, ið vegna sundurlyndi hava aðra áskoðan.
Aftur til tað, ið greinin snúi seg um. Skulu samkyndum verða tryggjaði borgarlig kor ella ikki? Greinaskrivarin sigur seg vita, at fleiri staðni um landið verður biðið fyri, at røttu avgerðir skulu takast í júst hesum málinum. Spurningurin er so bara, um tað er ein kommandobøn til Guð ella Jesusar egna bøn: »Verði vilji tín«. Sjálv vóni eg, at einhvør rættvís loysn má finnast fyri teimum, ið sjálvi ikki hava biðið um at koma í serklassa.