Hitin verður nógvur

Umframt hørðu mótstøðuna, so verður hitin í Beograd helst eisini ein harður fíggindi hjá føroyska landsliðnum. Leygardagin verður roknað við, at hitin fer upp um tey 35 stigini, og hóast sólin hevur sett, tá føroyska landsliðið fer á vøllin, so verða tað væntandi eini 27-28 hitastig um hetta mundið. Og tað er ikki júst tað, sum føroyskir fótbóltsspælarar eru vanir við.