Hitapumpur og »seinast syfta seiðin«

Hanus Vang, verkfrøðingur
------
Vit brúktu 2400 litrar av olju árliga.
Tað gav eitt útlát av CO2 á 5,76 tons um árið.
Tað gav eisini 18.000 KWH av upphiting og heitum vatni.
Vit skiftu til hitapumpu ”luft til vætu”, og roknaðu við COP-tali á 3.
Soleiðis skuldu 6000 KWH keyp­ast frá SEV árliga.
Tað hevur hildið heilt væl hig­artil, í sjey ár.
So er spurningurin hvussu nógv útlát SEV hevur av at veita hesar 6000 KWH til okkara.
Í meðal eru eini 60 % av ork­uni hjá SEV frá olju. Tað gevur útlát á 2,16 tons av CO2 um árið.
So her er munagóð mink­ing!
So eru tað tey sum siga at øll tey, ið fáa sær hitapump­ur einans flyta oljutangan inn á Sund. At orkan til hita­pumpur einans kemur frá olju á Sundsverkinum. Løgin pástandur.
Um so er hvussu sær so út við eitt nú útláti?
Jú tað verða 3,6 tons, so sjálvt her ein munagóð mink­ing frá 5,76 tonsum.
Fíggjarliga hevur íløgan borið seg væl.
Tann ”seinast syfti seið­ur­in” verður helst at fáa SEV at hjálpa brúkarum sum ynskja at fáa sólkykn­ur og húsamyllur at knýta í ”bassengið” sum vit øll eiga.