Vit nærkast kaldastu tíðini á árinum. Og alheims upphitingin hevur fingið nógva rúmd í miðlunum.
Hitapumpur er svarið uppá, hvussu vit sleppa undan at brenna nakað, og soleiðis ikki vera við til at økja um koldioxid útlátið.
Tankin er helst góður, men hvussu roynist hann í veruleikanum?
Seljarin sigur, at hitapumpan er góð og virkar væl. Helst hevur hann rætt, tí ein hitapumpa er ein snild uppfinning við meir enn 80 ár á baki. Hvørt húsarhald hevur eisini minst eina, og oftast fleiri. Vit kenna tær best sum frystiboksir og køliskáp. Men - til ber at venda pumpuni og royna at frysta uttandura og soleiðis fáa hitan inn í húsini.
Hitapumpur vóru eisni á móta miðskeiðis í sjeytiárunum, men svunnu síðan sum døgg fyri sól. Nógv er lært síðani tá - og nú er grundin eisini ein onnur - kanska. Men er nakað at spara?
Tey lond vit samanlíkna okkum við hava ein heilt annan orkupolitik enn vit, við hægri oljuavgjøldum og lægri elprísi, so beinleiðis samanburur er ikki møguligur.
Sum útgangspunkt hava vit møguleika antin at brenna olju ella at nýta hitapumpu, sum verður drivin vil elorku. Hyggja vit eftir prísinum, so gjalda vit góðar 6 krónur fyri ein litur av olju. Hetta svarar til uml. 36MJoule. Skulu vit keypa ein tilsvarandi "orkupakka" kostar hesin um kr 14. Við øðrum orðum er tað 2,3 ferðirnar so kostnaðarmikið at hita við el sum olju.
Hetta, at el kostar meir enn olja er ikki løgið, tí at øll nýtlsa omanfyri helmingin av tí sum SEV
framleiðir, verður framleid við olju. Termisk elverk er eingin effektiv maskina. Um 40% av orkuna fer upp gjøgnum skorsteinin og eini 15% burtur við kølivatn til motorin. Við eini aksilorku uppá í mesta lagi 45% byrjar elframleiðslan. Henda hevur eisini tap, og helst kemur ikki meir enn 1/3 av orkuni út til brúkaran, sum kortini má gjalda fyri alla oljuna. Afturat hesum skal brúkarin gjalda fyri
distributiónskervið.
Afturfyri fær brúkarin eisini eina dygdarvøru. Spenningurin er 400V og 50Hz 24/7 alt árið og tú brúkar uttan at hava keypt niðurfyri, reina orku mótvegis sekitna oljubrennaranum.
Um SEV nú skuldi goldið sama prís fyri oljuna sum tú, hevði øll meirframleiðsla (við olju) kostað
brúkaranum um kr.20 altso góðar tríggjarferðir so nógv sum olja til miðstøðuhitan, so siga vit at
hitapumpan hevur eitt heystanarstig, COP uppá 3, so er júst javnvág í roknskapinum báðum, bæði CO2 og krónunum. Valdi eg hitapumpu framum oljufýri, má eg gjalda henda meirkostnaðin eisini.
Samanumtikið lønar tað seg ikki at brúka hitapumpu, um hendan er drivin við elmegi!
Núverandi orkupolitikkur og oljuprísir eru ikki eggjandi til at royna aðrar hættir til hitan av húsum.
Tað loysir seg rætt og slætt ikki hvørki fíggjarliga ella samvitskuliga.
Hóast vit ikki brenna olju, so ger SEV tað fyri okkum. Men tað at vit eru varug við at vit nýta orku, kann gera at vit minnast til at taka styttri brúsubað og lata okkum í eina troyggju ístaðin fyri at skrúa upp fyri hitanum.
Høvdu vit elframleiðslu uttan olju var hitapumpan ein góð loysn, men tað er hon ikki um hon er drivin vi el sum er framleitt við olju. Hækkar oljuprísurin, gerst hitapumpan meiri áhugaverd, men so er vandi fyri at elprísurin eisini hækkar, og so er onki vunnið.