– Tá vit hita upp til allar aðrar stórdystir, skulu vit sjálvandi eisini hita upp til tann størsta dystin, sigur Rógvi Dam við heimasíðuna hjá EB/Streymi. Longu kl. 16.00 verður byrjað í Bowlinghøllini í Havn, soleiðis at lagið er av tí besta, tá dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.00 á Tórsvølli. Úr EB/Streymi verður sagt, at lagið plagar at vera av tí besta til hesar upphitingar, og tí verður hildið fast í sama tátti, sum undanfarnu ferðirnar. Tað merkir at andlitsmáling, sangur og gott humør fara at merkja Bowlinghøllina í Havn millum kl. 16.00 og 19.00 hósdagin 17. juli.