– Føroyska landsliðið hevur brúk fyri øllum stuðli, teir kunnu fáa, nú teir skulu spæla dyst ímóti Evropameistarunum, Portugal á útivølli í Porto.
Tað siga tey úr Portogal í dag.
Fótbóltssamband Føroya og Atlantic Airways skipa tí fyri upphiting fyri at fáa føroysku fjepparanar í Portugal í rættan fótbóltshýr. Tiltakið byrjar á hotellinum, Eurostars Porto Douro, Av. Gustavo Eifel 20 í Porto, har flestu føroysku fjeppararnir búgva, seinnapartin í dag kl. 16.30 lokala tíð.
Fleiri føroyskir áskoðarar eru í hesum døgum í Porgutal fyri at stuðla føroyska landsliðnum til stórdystin móti Portugal. Landsliðið við einum ferðaliði av fjepparum flugu beinleðis til Porto við Atlantic Airways, og aðrir fjepparar nýttu høvið at flúgva á nýggju rutuni hjá Atlantic Airways til Lissabon.