Hini londini spæla eisini

Meðan Føroyar og Skotland fara at takast í Glasgow leygardagin, skulu hini londini í okkara EM-bólki eisini spæla. Tveir dystir eru á skránni. Í Georgia skal Frakland royna at vinna sín fyrsta dyst, og Italia fær sama møguleika ímóti Litava á heimavølli.