Hini liðini vóru nógv betri

Oliver Jensen heldur ikki, at tað nakrantíð var sannlíkt, at føroysku genturnar fóru at fáa stig í hesin undankappingini.

Um vikuskiftið hava føroysku U19-kvinnurnar í hondbólti verið við til undandystir í sambandi við komandi EM-kappingina.

 

Dystirnir vóru í Litava, og føroysku kvinnurnar taptu allar tríggjar dystirnar.

 

Føroyar taptu í fyrsta dystinum fríggjakvøldið 20-33 fyri Litava, síðani leygardagin 18-26 fyri Tjekkia, og at enda í gjár 18-45 fyri Norra.

 

Landsliðsvenjarin, Oliver Jensen, ásannar eftir kappingina, at serliga norska liðið var nógvar ferðir betri enn restin. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Oliver Jensen.

 

Tað segði Oliver Jensen, landsliðsvenjari, eftir EM-undandystirnar hjá føroysku U19-kvinnunum, við okkara reportara, Hera Simonsen.