Torfinn Hentze
Fullveldi - blokkstuðul - og tann tigandi samfelagsbólkurin av veikum, gomlum brekaðum.
Áheitan á landsins myndugleikar.
Vit hoyrdu nú um dagarnar í fjølmiðlunum nakrar av landsins fólkavaldu kjakast um fullveldisætlanina og í tí sambandi minking av blokkstuðlinum frá Danmark. Nevnt varð, at vit uttan trupulleikar væl høvdu ráð til at minka blokkstuðulin frá Danmark. Nevnt varð, at vit uttan trupulleikar væl høvdu ráð til at minka blokkstuðulin ? eg haldi talið 300 mill. kr. um árið tey næstu árini varð nevnt.
Loysing ella ikki loysing ? um blokkurin skal minkast 300 mill. kr. ella okkurt annað líkandi krónutal um árið, tað skal eg ikki taka støðu til á hesum sinni.
Men fari í hesum sambandi í staðin fyri at loyva mær at áminna teir fólkavaldu, at áhugafeløgini hjá teimum brekaðu og tá serliga hjá teimum menningartarnaðu og sinnisbrekaðu eins og tey, sum varða av teimum óhjálpnu gomlu, fleiri ferðir í vetur greitt hava víst á og prógvað yvir fyri avvarðandi myndugleikum, at alt ov stórur partur av hesum tigandi samfelagsbólkum og teirra avvarðandi er illa staddur og hevur alstóran tørv av ymiskum slag, sum ikki verður nøktaður í dag vegna ov pírnar játtanir á landsins fíggjarlóg. Svarið áhugafeløgini á fundum teirra hava fingið frá politikarum hevur rúmað stórum forstáilsi og mangan føgrum orðum, men tá ræður um krónur og oyru í verki, so hevur verið sagt, at fíggjarliga støðan ikki loyvdi meira hesuferð, at man politiskt ikki kundi semjast um meira hesuferð ella onkrar aðrar líknandi undanførslur.
Minking av blokkstuðlinum 300 mill. kr. um árið tey næstu árini uttan trupulleikar verður sagt, samstundis sum mannsømiligar liviumstøður hjá nógvum brekaðum og gomlum óhjálpnum og teirra avvarðandi eru ómøguligar vegna vantandi játtanir á landsins fíggjarlóg. Er ikki okkurt her, sum ikki hongur saman? Og er ikki stór andsøgn í hesum?
Loyvi m tí við omanfyristandandi sum grundarlagi at biðja landsins myndugleikar bíða ? bara eitt einasta ár ? við at byrja uppá hesa minking av blokkstuðlinum og ístaðin nýta tær 300 mill. kr., ið verða spardar ? bara tað fyrsta árið ? til at nøkta tann tørv, sum ein alt ov stórur partur av brekaðum og gomlum hava fyri at fáa mannsømiligar liviumstøður.









