Hin størsti veturgamli veðrurin vigaði 138 pund

Tað er væl kent, at Súni í Hjøllum, sum er borgarstjóri í Nes kommunu, í fleiri ár hevur havt sera stórar og góðar veturgamlar veðrar.

 

Enn einaferð hevur Súni í Hjøllum á Toftum flett nakrar óvanliga stórar og góðar veturgamlar veðrar. 

 

Tað er einki óvanligt hjá honum, at onkur - ella fleiri - veturgamlir fara væl upp um tey 100 pundini.

 

Og soleiðis er árið í ár einki undantak.

 

Um dagarnar flettu Súni í Hjøllum og hansara fólk tríggjar veturgamlar veðrar. Hesir vigaðu ávikavist 138, 117 og 94 pund.

 

Tað er ein øgilig vekt á veturgomlum seyði. Mangir eru nøgdir, tá veturgamal veðrur fer um tey 50 pundini.

 

Súni í Hjøllum, sum er borgarstjóri í Nes kommunu, hevur lagt myndir av stóru veðrunum út á sína Facebook-síðu.

 

##med2##

 

Onkur fylgjari spyr, hvat veðrarnir hava fingið at eta.

 

- Nógv! er stutta svarið hjá Súna í Hjøllum.

 

Ein annar fylgjari heldur fyri, at hasir eru væl passaðir.

 

- Flottir fýrar og sera góð vekt, sigur enn ein fylgjari á tráðnum hjá Súna í Hjøllum.

 

##med3##

 

 

 


 

 

Tá miðalvektin á trimum veturgomlum er 116,3 pund, kann tað neyvan verða nógv betur.