Himmalsins ódnarveður og fleiri skaðar

Tað var avbera nógvur vindur fyrrapartin sunnumorgunin og tað hendi fleiri skaðar, men tíbetur onki álvarsligt

Um tað vóru veðurgudarnir, sum hildu, at vit trongdu til eina lítla, fitta áminning, skal vera ósagt.

Men í øllum førum brúktu teir sjálvan 20 ára dagin fyri tiltiknu jólaódnini í 1988 til at senda enn eitt lágtrýst yvir oyggjarnar.

Fyrrapartin sunnudagin var ógvuliga ringt veður og tá vóru akkurát 20 ár liðin síðani jólaódnina í 1988.

Hóast tað aftur hesuferð hendi nakað av skaða, kann tað sjálvandi ikki samanberast við ódnina í 1988.

Kortini vórðu fleiri skaðar fráboðaðir kring landið.

Ì Klaksvík rivu klædningur og tekjan av húsum og bátar hava fingið skaða. Ì Kollafirði boðaði ein maður frá, at bilurin varð tikin av vindi í bøin og har vórðu eisini bingjur tiknar av vindi av havnarlagnum og á sjógv.

Úr Vágum ringdi ein bilførari til løgregluna at ávara um líkindini, tí veðrið var væl verri enn fráboðað.

Her kann viðmerkjast, at tað einu løtuna máldu tey 52,9 metrar um sekundið í Kambsdali.

Ein treylari varð tikin av vindi omanfyri Syðrugøtu og fór útav vegnum, men har hendi ongin mansskaði.


Jólatræið á Tinghúsvøllinum koppað

Eisini í Havn var av ringasta veðrið og heldur ikki høvuðsstaðurin slapp snikkaleysur.

Á miðdegi fríggjadagin koppaði jólatræið á Tinghúsvøllinum. Fólk frá sløkkiliðnum vóru akkurát á veg oman á Tighúsvøllin at kanna træið og at tryggja tað, men í tí teir komu oman til træið brotnaði tað av um rótina og koppaði.

So var í fyrstu atløgu onki at gera uttan at tryggja tað.

Men hetta var bara ein skaði av mongum í Suðurstreymoy fríggjamorgunin.

- Tað vóru nógvir skaðar og telefonin ringdi allatíðina, men tíbetur var ikki talan um nakað álvarsligt, varð sagt av Brandstøðini.

Ein tekja reiv í Kirkjubø og á Skúlanum á Velbastað, men har varð støðan bjargað.

Á Tórsbreyt fóru stativ til kúlukast og annað og har var nógv fólk í sving fyri at bjarga støðuni.

Í Gundadali feyk okkurt í ein rút, so hann brotnaði og tað førdi til at fleiri aðrir rútar eisini brotnaðu og í eldrasambýlinum í Kollafirði vóru tvey vindeygu í vanda fyri at verða sogin út.

Sum tað sæst í aðrari grein, slapp heldur ikki Smyril frá bryggju í Havn.

Men sum hann leið út á dagin, hasaði av og seinasta skaðafráboðanin kom klokkan 13.30.