Hilton Garden Inn Faroe Islands eitt ár

Í dag er tað eitt ár síðani, Hilton Garden Inn Faroe Islands lat upp, og tað verður hátíðarhildið við »Grand Opening« av Brúsandi fríggjadegi í dag.

– Hilton Garden Inn Faroe Islands var fyrsta altjóða hotellið í Føroyum og lat upp mitt í koronu-tíðarskeiðnum í fjør. Síðani ferðavinnan kom í gongd aftur í summar, hava heilt nógvir útlendingar gist á Hilton Garden Inn, skrivar hotellið í tíðindaskrivi. 

Hotellstjórin Martin Restorff er sjálvur vorðin »heimskendur« í Føroyum í sambandi við skemtingarsomu lýsingarnar fyri hotellið í vetur, tá ið hann royndi at fáa føroyingar at gista á Hilton. 

Hetta hepnaðist sera væl, og Martin er serstakliga fegin um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti hotellinum.

– Hilton-toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at fáa enn fleiri føroyingar á gátt í vetur til jólaborðhald, gistingar og Brúsandi fríggjadag - tí tað setur ein heilt serligan dám á á hotellinum. Øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta Brúsandi fríggjadag í kvøld. Vit byrja kl 16, sigur vælnøgdi hotelstjórin.