Hilmar við 25 á Tvøroyri

Tvøroyri: Suðuroyingar fáa nú høvið at skoða nøkur av verkunum hjá listamálaranum Hilmari Højgaard av Saltnesi.

Sunnudagin lat Hilmar J. Højgaard nevniliga upp málningaframsýning í Galleri Oyggin á Tvøroyri.

Við á framsýningini eru umleið 25 málningar.

Sagt verður, at framsýningin er opin klokkan 16 til 18 allar dagar, ella eftir avtalu henda komandi mánaðin, fram til 6. juni.