Í dag klokkan 15 letur listarmaðurin, Hilmar J. Højgaard úr Saltnesi, upp áhugaverda málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hilmar J. Højgaard hevur málað í fleiri ár, og nógvir málningar hjá honum prýða stovur og stovnar ymsastaðni kring landið.
Við á framsýningini hevur listarmaðurin umleið 25 málningar.
Framsýningin hjá Hilmari J. Højgaard verður opin frá í dag til týsdagin 10. mai.
Í dag verður opið frá klokkan 15-19, og soleiðis verður eisini hinar dagarnar - undantikið í morgin, leygardagin, tá framsýningin verður opin frá klokkan 11-13.