Felagið hjá Helgu Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun, Hillerød, vann dystin í bestu donsku kvinnudeildini um vikuskiftið.
Hillerød spældi í Odense móti OB, sum er oddafiskur í deildini, og har gjørdu Hela, Eyðvør og hinar á liðnum hjá Hillerød ikki matari, enn at tær vunnu trupla útidystin 3-2.
Hvørgin av føroysku spælarunum var millum málskjúttarnar hesaferð.
Hillerød liggur sum nummar fýra í elitudeildini hjá kvinnum. Sjey lið eru í deildini, men Hillerød hevur 10 stig upp til nummar 1, meðan heili 34 stig eru niður til botnliðið úr Vorup.
Hillerød hevur seks dystir eftir at spæla í hesum kappingarárinum.










