Hillary Clinton vann uppstillingarvalið í Puerto Rico í gjár, men sigurin fær lítlan týdning Sambært fjølmiðlunum vann Hillary Clinton rættiliga greiðan sigur á Barrack Obama í Puerto Rico. Men eygleiðarar vísa á, at sigurin hevur lítlan og ongan týdning fyri kappingina teirra millum, tí munurin er so stórur.
Puerto Rico sendir 55 valmenn á tann endaliga uppstillingarfundin hjá demokratunum í august.
Nú eru bara tvey uppstillingarval eftir. Tey eru í morgin í statunum Montana og South Dakota.