-Vit vaknaðu um hálvgum fýra tíðina av einum øðiligum buldri. Vit gittu, at ein skriða mundi vera lopin, og tað vísti seg eisini at vera so. Eg leyp niður, men eg vildi ikki trúgva mínum egnu eygum. Húsini vóru lækkað tvær hæddir og trýst langt út á vegin. Eg sá bilar bið blunkljósum og nógvan royk.
Soleiðis greiðir tann 71 ára gamla Torun Eriksen frá tí, sum hendi í Ålesund í nátt.
Klokkan var trý korter til fýra í morgun, tá løgreglan í Ålesund fekk boð um, at íbúðarhúsini á Fjelltunvegen 31 vóru um at rapa. Tað var greitt, at ein skriða hevði rakt húsini og flutt tey einar sjey metrar út á vegin. Tær báðar niðastu hæddirnar vóru illa farnar.
Húsini á Fjelltunvegen 31 vóru í seks hæddum, og 21 fólk búðu í teimum 10 íbúðunum. Tað eydnaðist 16 teirra at sleppa út, og tey vórðu alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, sjálvt um eingin teirra hevði fingið stórvegis skaða, skrivar NTB.
Løgreglan og bjargingarlið fóru alt fyri eitt at leita eftir teimum fimm, sum ikki vóru komin afturíaftur, men bjargingararbeiðið var trupult, tí eldur var í húsunum og nógvur roykur.
Virkandi borgarstjórin í Ålesund, Lodve Solholm, sigur við NRK, at fólk í Vesturnoregi eru von við, at náttúran ger um seg við hvørt, men at eingin kortini hevði ímyndað sær, at nakað slíkt fór at henda í býnum.
-Hetta fer at seta sín dám á býin í langa tíð. Sjálvt um vit eru 70.000 í tali, eru tað
mong, sum kenna mong og tískil eisini tey fimm, sum ikki eru komin afturíaftur, segði Lodve Solholm við NRK fyrrapartin.










