Hildu seg hava funnið Mladic

Serbisku myndugleikarnir hildu seg hava funnið krígsbrotsmannin Ratko Mladic á einari verksmiðju, men hann var ikki at finna

Servandir, serbiskir hermenn við sjálvvirkandi vápnum kringsettu í gjár eina verksmiðju í býnum Valjevi har vesturi í landinum, tí onkur hevði boðað myndugleikunum frá, at tann eftirlýsti krígsbrotsmaðurin Ratko Mladic fjaldi seg á verksmiðjuni.

Hermenninir rannsakaðu hvønn krók á verksmiðjuni, men har var eingin Mladic at finna. Enn eina ferð hevði fyrrverandi bosniaserbiski generalurin hildið serbisku myndugleikarnar fyri gjøldur.

-Átakið í Valjevi var liður í einum størri átaki, sum hevur til endamáls at taka Ratko Mladic og tey, sum veita honum fíggjarligan stuðul, meðan hann fjalir seg, sigur ein kelda hjá serbiska ríkisákæranum við fjølmiðlarnar.

Síðani serbisku myndugleikarnir handtóku og útflýggjaðu fyrrverandi bosniaserbiska leiðaran Radovan Karadzic, hava myndugleikarnir lagt uppaftur størri dent á at finna Mladic.

ES hevur kravt, at Serbia skal taka og útflýggja Mladic, áðrenn ein serbisk umsókn um limaskap kann koma til viðgerðar.