Hildu høvdið høgt

Tó at VÍF tapti báðar Europa-Cup dystirnar móti hollendska Hellas, so fingu føroysku kvinnurnar sýnt, at tær eisini kunnu standa seg móti øðrum enn føroyskum liðum. Serstakliga í seinna dystinum sýndu VÍF gott hondbóltsspæl, meðan nervarnir í fyrra dystinum spældu teimum eitt puss

Hondbóltur ? kvinnur

Tað var sum dagur og nátt at síggja VÍF spæla teir báðar Europa-Cup dystirnar móti hollendska Hellas. Eftir eitt avrik, sum í besta føri kann metast sum »ikki nóg gott« í fyrra dystinum, reistust føroysku kvinnurnar, og góvu í seinna umfarinum prógv fyri, at hóast alt kunnu geva øðrum enn føroyskum liðum ein skarpan gang.

Fullsett høll
Hóast heldur óhøgligu tíðarfestingina fyri fyrra dystinum, so var høllin á tremur, tá VÍF kl. 18.00 fór á vøllin til fyrra dystin. Leysliga varð eftir dystin mett, at úti við 700 áskoðarar høvdu funnið vegin fram til høllina.
Um tað var hetta, ella um tað var týdningurin av dystinum, sum nervaði VÍF, er ilt at siga, men í øllum førum kann staðfestast, at liðið í hesum dystinum so langt ífrá spældi upp til tað, sum tær eru førar fyri.
Í fyrra hálvleiki var spælið kanska ikki so øgiliga langt av leið. Tó at tær høvdu ringt við at spæla seg fram til opnar møguleikar, so megnaði Ioana at smekka nakrar bóltar í meskarnar, og tá Manuela í hinum endanum alt fyri eitt fór at sýna, hví hon verður mett sum besti málverjin á klettunum, røktist onkursvegna fyri, at eitt líkinda úrslit skuldi spyrjast burturúr.

Mistøkini revsað
Tað, sum síðani gekk galið, var fyrst og fremst, at VÍF framdi nøkur fundamental mistøk, sum verða náðisleyst revsað í slíkum dystum.
Fyrst og fremst kostaði tað sjálvsagt nógv, at VÍF ikki megnaði at skora, tá tær í einum tveimum førum sluppu fullkomuliga leysar í kontraálopum, men tað var eisini sera dýrt, at tær fleiri ferðir tveittu óneyðugar bóltar burtur, soleiðis at Hella slapp í kontra. Tí hóast Manuela ígjøgnum allan dystin hevði hópin av góðum bjargingum, so megnaði hon ikki einsamøll at standa ímóti hesum.
Tað, sum var serliga merkisvert við hesum var, at VÍF snøgt sagt ongan tíð fann sær nakað fótafesti í dystinum. Heldur enn at fara »back to basics«, vórðu snildir av ymsum slag royndar, til tess at fáa spælið at hanga saman, og móti slíkum mótstøðuliðið er tað nærum sjálvsagt, at hetta miseydnast. Nervarnir tóktust vera alt ov nógvir, til at leikararnir megnaðu at hugsa klárt, og tá heldur ikki Sóley ? sum annars er sum skapt til slíkar dystir ? megnaði at fáa frið yvir spælið, so kundi tað bara ganga, sum tað gekk. Munurin á máltalvuni vaks við fúkandi ferð, og sum dysturin leið tóktust tær á heimaliðnum alt meira mótleysar, soleiðis at tað mest sum var ein lætti, tá dysturin loksins varð blástur av.

Hamskiftar
Hóast ruddiliga tapið, so var tó nógv, sum bendi á, at talan fór at gerast um ein heilt øðrvísi dyst sunndagin.
Fyrst og fremst mundu premieru-nervarnir nú vera burtur. Undir øllum umstøðum hevði liðið neyvan nakran møguleika at spæla seg víðari, og tí var nakað av trýstinum burturi. Harafturat hevði liðið í løtum í fyrra dystinum víst, at tær vi eitt sindur av hepni kundu spæla upp til Hellas, sum hinvegin kanska heldur ikki hevði so nógv at striðast fyri nú. Og so vóru tey flestu eisini á einum máli um, at so vánaligt fór VÍF ikki at spæla tveir dystir á rað.
Tað gjørdu tær ikki, og lat tað vera sagt beinanvegin, at tað var so langt burtur ífrá.
Allar sum ein vóru tær hjá VÍF mest sum hamskiftar til dystin, og ikki minst mundi tað gera góðan mun, at tað mest sum alt fyri eitt vóru aðrar enn Ioana, sum dugdu at finna vegin til meskarnar.
Framvegis vóru onkrar villur at síggja, men hesar vórðu so væl og virðiliga uppvigaðar av stríðsviljanum, sum til dagin var settur í hásætið.
Hetta sást eisini aftur í spælinum hjá Hellas. Eins og fyrra dagin, so royndu tær at halda eini høgari leikferð, men tá hetta ikki gav úrslit, var sjónligt, at leikararnir gjørdust meira ella minni frustreraðar.
Eitt time-out frá hollendska skiftisbeinkinum hjálpti lítið í so máta. Sjálvsálitið lág nú hjá VÍF, og høllin kókaði av spenningi, meðan tær spakuliga togaðu seg longri frá útlendsku mótstøðuni. Sjálvt ikki undirtal tóktist at nerta tær, og eina løtu sá út til, at mest sum alt skuldi bera til.

Ov tungt
Framgongdin hjá VÍF helt sær, til einir fimm minuttir vóru eftir til steðgin.
Tað er ilt at taka dagar ímillum, hvat tað var, sum tá hendi við liðnum. Kanska var tað orkan, sum var við at ganga undan, men meira sannlíkt er, at tað framvegis var dekan ov tungt at halda høvdið kalt.
Heldur enn at halda fram eftir sama leisti, tóktist liðið nú um at halda leiðsluna til hálvleiks. Leikararnir gjørdust meira varnar. Tær vóru ikki eins grammar at koma út móti stóru miðspælarunum, og áðrenn nakran vardi, hevði Hellas strítt seg upp á javnt.
Tað eydnaðist tó at vinna leiðsluna aftur fyri hálvleik, og tað eydnaðist eisini at halda leiðsluna nakað inn í seinna hálvleik, men so var eisini liðugt.
Mønustingurin tóktist vera, tá tær tíðliga í seinna hálvleiki fingu tvær útvísingar ? harav onnur var av tí heldur keðiliga slagnum. Tær megnaðu tó at halda so nøkun lunda fast hesa løtuna, og tá Hellas stutt eftir kom í undirtal, vann VÍF seg aftur framum, men so var liðugt.
Tær megnaðu ikki at halda ferðini nóg høgt uppi. Verjan hjá Hellas fekk alsamt betri tak á, og tá nýggi málverjin so eisini fann rútmuna í skotunum frá Ioanu, gjørdist ikki tað stóra. Seinastu 20 minuttirnar fekk VÍF bert tvey mál, og komu hesi bæði eftir tríggjar metrar og uppstilling.
Sostatt gjørdist talan eisini um hollendskan sigur í seinna dystinum, og hóast víðari luttøkan mest sum var tryggjað, tá tær fóru undir seinna dystin, so var frøin stór, tá alt var avgjørt. Kanska eisini skilligt, tá hugsað verður um, at hetta var fyrstu ferð í 10 ár, at Hellas hevur roynt seg í Europa, og at tær soleiðis skuldu vinna seg víðari í kappingini, meðan felagið fylti 75 ár, var mest sum ein dreymur, ið rann út.

Royndirnar koma
Skal takast saman um avrikið hjá VÍF, so má sum heild sigast, at hetta varð góðkent. Kanska ikki til UG ? til tess var fyrri dysturin ov lakur ? men tær fingu hóast alt prógvað, at tær eisini hava nakað at gera á hesum støðinum.
Hóast Holland ikki telist millum sterkastu tjóðirnar í heiminum, so hevur hondbólturin ment seg við rúkandi ferð í flata landinum seinnu árini, og tað skal avgjørt ikki gloymast, at fleiri av leikarunum á liðnum hava drúgvar royndir frá ymsu landsliðunum hjá Hollandi.
Tað vóru eisini júst royndirnar, sum í fyrsta umfari forkomu øllum vónunum hjá VÍF at gera seg galdandi. Hóast nakrar teirra hava roynt seg á landsliðnum, so tóktist óttin fyri hesum dystunum at vera alt ov stórur, til at leikararnir megnaðu at hava tamarhald á sær sjálvum. Tá hetta fyrst var komið í rættlag, sýndi liðið eitt sera gott avrik, og hóast tað neyvan hevði rokkið til ein samlaðan sigur, so munnu tey í Vestmanna iðra seg um, at nervarnir ikki vórðu tveittir burtur nakað fyrr.
Royndir fáast tó bert á ein hátt. Við at spæla fleiri krevjandi dystir, og í so máta eru VÍF tvey stig betri nú, enn tær vóru undan vikuskiftinum. Enn er so einki gjørt av, hvørt talan aftur verður um europeiska luttøku komandi ár, men tað er so púra vist, at um so er, so fara dystirnir móti Hellas at koma teimum til góðar. Hjá landsliðsleikarunum á liðnum kemur hetta ivaleyst eisini væl við, og í so máta vóru dystirnir heilt víst nakað, sum eigur at koma føroyskum hondbólti til góðar. VÍF sýndi í so máta tað, sum tær søgdu seg vilja undan dystinum.
Tær vildu geva seg fult út, so eingin kundi siga, at tær ikki gjørdu tað, sum tær kundu, og tað var júst hetta, sum tær gjørdu. Hesin viljin var tað, sum tryggjaði, at VÍF - hóast eitt greitt tap í fyrra dystinum ? framhaldandi kundi bera høvdið høgt, tá seinni dysturin var lokin.

Dystirnir í tølum

VÍF-Hellas 14-30 (6-12)
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 8(4), Sóley Mikkelsen 3, Fríða Marjunardóttir 1, Alis Høghamar 1, Nicoleta Radu 1
Hellas: Silvia Hoffman 8(4), Maaike Turnhout 6, Mariska Schenkel 5, Judith Demeyer 4, Pearl van der Wissel 3(1), Inge Stet 2, Amy den Broeder 2
Brotskøst: VÍF 5, Hellas 7
Útvísingar: VÍF 4, Hellas 4
Diskvalifikatión: Hellas 1 (3X2 minuttir)

Hellas-VÍF 25-20 (12-13)
Málskjúttar:
Hellas: Judith Demeyer 8(1), Pearl van der Wissel 4, Maaike Turnhout 3, Devi van der Oostende 3, Arijene Paap 2, Mariska Schenkel 2, Inge Stel 1, Amy den Broeder 1, Silvia Hofman 1
VÍF: Ioana Rápa 8(2), Sóley Mikkelsen 5(1), Jacklin Durhuus 2, Nicoleta Radu 2, Jórunludvig 2, Fríða Marjunardóttir 1
Brotskøst: Hellas 2, VÍF 4
Útvísingar: Hellas 2, VÍF 5
Dómarar í báðum dystum úr Noreg: Andre Hansen & Öisten Pettersen