- Mín dreymur var at gerast sjúkrasystir, men eg gjørdist reiðari. Tað hevur ikki altíð verið lætt, og mangan hevur verið nógv stríð, sigur Hildigunn Johannesen. Tað, sum sermerkir starvið hjá Hildigunn Johannesen, er, at hon er ein av fáum kvinnum í føroyska samfelagnum, sum í fleiri ár hevur verið og framvegis er reiðari. Hon er nevniliga reiðari og stjóri í felagnum, sum eigur flakatrolaran, Enniberg.
Sum 22 ára gomul í 1960 giftist hon Mortani Johannesen, Mortani hjá Kaj. Hildigunn er annars systir kenda skiparan og reiðaran, Eiler Jacobsen, sum andaðist síðsta heyst. Hon er barn úr seinnu giftini hjá mammu Eiler, sum misti mannin við sluppini Emmanuel á vári í 1932.
- Á skrivstovuni taki eg mær meiri av tí fíggjarliga partinum í felagnum, meðan Mortan tekur sær av tí dagliga við skipi, manning, reiðskapi og øðrum. Mortan hevur altíð lagt stóran dent á at halda skipini væl, og manningin hevur fingið tað umborð, sum brúk hevur verið fyri.
Hildigunn sigur, at Mortan hevur havt tann hugburð, at manningin fær tað, hon skal brúka ? og síðan vil hann, at manningin eisini fær tað at bera til.
Á skrivstovuni tryggjar Hildigunn sær í fyrsta lagi, at rokningar verða goldnar til tíðina.
- Vit hava annars altíð havt góðan bókhaldara í felagnum, so hesum partinum eri eg øll árini sloppin undan, sigur hon.
Í stuttum kann sigast um leiklutin hjá Hildigunn Johannesen á reiðaraskrivstovuni, at tað er hon, sum situr á kassanum.
- Eg haldi, eg eri kend fyri at sita rímiliga væl á kassanum eisini, leggur hon brosandi aftrat.










