Hildigarð Djurhuus Jacobsen í Avstralia

Hvar ert tú stødd?
Sydney, Avstralia.

Nær fórt tú til Avstralia?
Eg og Hjørdis í Dávastovu fóru úr Føroyum tann 28. feb 2006. Vit ferðaðust sum krabbagoggur (backpackers) í 2 mánaðir, áðrenn vit komu til Sydney. Her vóru vit so í fyra og ein hálvan mánað, áðrenn vit fóru upp ígjøgnum Asia. Tá vit komu til Tailands valdi Hjørdist at fara heimaftur, meðan eg fór aftur til Sydney. Her verði eg til í mai, tá eg komi heim.

Hví valdi tú júst Avstralia?
Vit høvdu hoyrt, hvussu vakurt og spennandi Avstralia var, og tí valdu vit at fara her. Vit vildu ikki bert ferðast í landinum, men vildu eisini royna at vera á einum stað í eina tíð, soleiðis at vit kundu læra avstralsku mentanina at kenna.
Frá fyrsta degi elskaðu vit báðar Sydney, og tí avgjørdu vit, at hetta skuldi vera staðið, har vit fóru at vera.

Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið?
Eg havi ongantíð verið nakað serliga sterk í enska málinum. Hetta var eisini ein av grundunum til, at eg júst valdi at fara til Avstralia. Í byrjanini var tað torført at skilja, hvat fólk søgdu. Nógvar ymsikar dialektir, ið vit ongantíð høvdu hoyrt áður, og vit hildu, at fólk tosaðu ótrúliga skjótt. So við og við gjørdist vit sterkari í enska málinum, og ikki gekk long tíð, so tosaði vit tað flótandi. Tað er enn tá komið fyri, at fólk hava spurgt meg og Hjørdis, um vit vóru frá Onglandi ella Írlandi.

Hvussu dámar tær í Avstralia?
Mær dámar ótrúliga væl. Tað er so deiligt at sleppa frá at renna undan regndropum hvønn dag. Her nýtist tær ikki at stappa teg við klæðum hvønn dag fyri at fara út um hurðina.
Mær dámar eisini væl fólki. Tey geva tær frið til at vera tann, tú ert.
Su mheild dámar mær sera væl lívið her. Tú hevur nógvar møguleikar, og her er sera nógv at uppliva.

Er tað nakað, tær ikki dámar við at liva í Avstralia?
Nei, eg kann ikki seta fingurin á nakað serligt, ið mær ikki dámar. Onkuntíð kann tað gerast ov heitt fyri ein føroying sum meg, men er tað ikki ein luksustrupulleiki?

Hvussu er mentanin í Avstralia? – Líkist hon tí føroysku?
Mentanin her er nógv øðrvísi enn tann føroyska. Tað hevur fyrst og fremst nakað við veðrið at gera. Tey flestu ungu dáma væl at surfa, og tað er ein stórur partur av teirra dagligdegi. Nógv fólk eru eisini á strondini um dagarnar, har tey hava barbeque á grasfløtum ella á strondini.
Eg bleiv heldur kløkk, tá eg fann útav, hvussu ofta tey drekka. Her er púra vanligt at fara á barr eftir arbeiðstíð, og tá eru barrirnar ofta á tremur av fólki. Tey drekka sær eini 2-3 øl, áðrenn tey fara heim.
Avstralska fólki er eisini sera avslappað og frítt. Samkynd fáa frið her, og hevur onkur hug at dansa á gøtuni, so er bara at gera tað.

Hvussu er maturin í Avstralia?
Tú fært nógvan góðan mat í Sydney fyri ein bíligan penga. Her er m.a. nógvur góður matur úr sjónum, men flestu avstraliumenn dáma væl at grilla. Veðrið er jú sera gott, so hetta ber til her. Herfyri bleiv eg bjóðað til eina grillveitslu, og har var ikki eiti á úrvali.
Tó er einki sum maturin í Føroyum, og tað kann fáa meg at leingjast illa, tá eg eri svong.

Hvussu er veðrið í Avstralia?
Veðrið er ótrúliga gott. Tú vaknar av sólini hvønn morgun, og í desember lá hitin um 35-40 stig hvønn dag. Nú er blivið heldur kaldari. Hitin liggur um 25-35 stig, men tað er tó heitt og deiligt at ganga til arbeiðis, ella at fara á strondina onkran dagin.
Eg eri vorðin so forvand, at eg eri byrjað at grenja, tá hitin fer niður í 15 stig!

Nú ert tú bara í Avstralia sum krabbagogga, men kundi tú hugsa tær at flutt yvir har?
Mær dámar heilt ótrúliga væl í Avstralia, og mær hevði dámt væl at farið her at lisið. Avstralia er tó sera langt vekk frá Føroyum, og avstandurin hevði gjørt tað ógjørligt at komið heim til familju og vinir hvørji jól og hvørja summarferiu. Eg dugi væl at síggja meg sjálva búgva her, men eg helst longst illa heim.
Eg vil eisini gjarna heilsa familju og vinum har heima og ynskja kvinnunum hjá KÍF góða eydnu í steypafinaluni í flogbólti.


Fakta

Navn: Hildigarð Djurhuus Jakobsen
Foreldur: Anna Rúna Jakobsen & Leivur Mohr
Fødd: 20. oktober 1984
Føðistaður: Tórshavn
Besti matur:
Føroyskur: Havhestur og ræst kjøt
Útlendskur: Terryaki chicken fra indisku matstovunum i Sydney
Útbúgving/Starv: Gjørdist student í 2005. Í løtuni arbeiði eg í ”Meat and Wine” í Darling Harbour í Sydney
Motto: Tú livir bara einaferð. Njót lívið, meðan tú kanst.