Nú kemur High School Musical eisini til Havnar. Tað er 10. floks sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla, ið framførir sangleikin. Leikurin er bygdur á heimskenda Disneyfilmin við sama heiti. Filmurin varð fyrstu ferð syndur í 2006 og er ein tann størsta Disney Channel succéssin nakrantíð.
Vit hitta Troy Bolton og restina av kurvabóltsliðnum, lítillætnu Gabriellu Montez og hennara nørdavinir. Tvíburðarnir, Sharpay og Ryan, gera alt fyri, at Troy og Gabriella ikki skulu finna saman – og so avgjørt ikki taka teirra sjálvskrivaða høvuðsleiklut í ársins sangleiki.
Alt hetta skapar stuttleika, spenning og romantikk. Leikurin hevur alt tað, ein tílíkur skal hava. Góðan tónleik, sang, sjónleik og ikki minst dans.
Sangleikurin varð sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í mars mánaði í ár. Móttøkan og afturmeldingarnar vóru sera góðar. Umleið 3.000 vitjandi løgdu leiðina í Mentanarhúsið til tær 22 sýningarnar, ið tað bleiv til í Fuglafirði. Og nú er so møguleiki at uppliva High School Musical í Norðurlandahúsinum! Sýningarnar verða 10. og 11. mai kl 19:00.