Hickersberger er glaður fyri at verða í Føroyum

Sigur seg hava havt eitt gott lív aftaná Landskrona ósigurin

Joseph Hickersberger, sum var landsliðsvenjari hjá Eysturríki 12. september í 1990, tá Føroyar vunnu minniliga 1-0 sigurin á Eysturríki er á fyrsta sinni komin til Føroya. Joseph Hickersberger skal verða viðmerkjari hjá eysturríkskum sjónvarpi til dystin.

 

Hickersberger viðgongur, at tað fyllir enn nógv í hansara lívi, at hann tapti ímóti Føroyum, men hann hevur havt eitt gott fótbóltslív síðani tá, har hann m.a. hevur vunnið meistaraheiti í fýra ymiskum FIFA-londum, umframt, at hann aftur var landsliðsvenjari, tá Eysturríki á heimavølli varð vertur fyri EM-endaspælinum í 2008 saman við grannalandinum, Sveis.

 


Hickersberger heldur, at tað føroyska landsliðið spælir nógv betri fótbólt, enn teir gjørdu í gomlum døgum, og at føroysku spælararnir duga betri at flyta bóltin, eisini tá Føroyar í mars taptu 6-0 ímóti Eysturríki á útivølli.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Josef Hickersberger.