Ræstkjøtaburgarin hjá Matsmiðjuni Streetfood, sum Ruben Busk hevur selt í Saksun seinastu vikuna, hevur verið sera væl umtóktur. Men í dag hevur hann fingið harraboð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at gevast at selja ræstkjøtaburgaran.
- Í gjár noktaðu tey okkum at brúka góðkent íslendskt lambskjøt, sum er ræsað í Føroyum. Og í morgun hava tey noktað okkum at brúkga føroyskt ræstkjøt, sum er keypt frá PM heilsølu, sigur Ruben Busk, sum er sera harmur um støðuna.
- Vit mugu tí tíverri siga frá, at vit ikki longur kunnu selja ræstkjøtaburgaran. Vit selja tó framvegis lambsburgaran, við langtíðarstoktum lambskjøti.