Nú allir skúlarnir byrja aftur eftir summarsteðgin, kann Tekniski skúli í Klaksvík bjóða enn fleiri høli til enn fleiri næmingar.
HF-skeiðið, sum síðani 1974 hevur hildið til í gomlu handilshølunum hjá Eskild Norðbúð við Klaksvíksvegin úti í Víkunum, er nú flutt niðan í nýggja tilbygningin í Tekniska skúla, sum er gjørdur vestureftir – eini 1.300 fermetrar í tveimum hæddum.
Tilbygningurin skal hýsa matvøruútbúgvingini, fyrisiting, undirvísingarhølum og so HF-skeiðinum, sum Sigrun Skálagarð er leiðari fyri. Stjóri á Tekniska skúla er Rúni Heinesen.
Tað hevur verið hildið, at umstøðurnar hjá HF í Klaksvík ikki hava verið tær bestu, tó at trivnaðurin hevur verið góður, bæði millum næmingar og lærarar. Men nú hava tey so fingið rættiliga góðar umstøður, saman við einum størri lestrarumhvørvi, hvørs karmar er snotiligir og rúmligir.
Á HF-skeiðnum byrja nú 7 ársverk, sum breiðir seg yvir 12 lærarar, 26 fyrsta ársnæmingar og 42 annað ársnæmingar.
So til samans byrjaðu í gjár eini 250 hugaðir næmingar og 40 lærarar undir somu lon á Tekniska skúla í Klaksvík uppi við Borðoyarvík.