Ársins seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var í høllini á Kambsdali leygardagin.
27 lið høvdu meldað til kappingina, sum byrjaði klokkan 13, tá pinkur og smágentur kappaðust. Eftir tað var tað kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum, sum var á skránni.
Fýra feløg vóru við í kappingini:
Flog við fýra liðum
Støkk við sjey liðum
Ljósið seks liðum
HF við tíggju liðum
Úrslitið frá 1. steypakapping varð lagt saman við úrslitinum frá hesari kappingini, og liðið, sum fekk besta samanlagda úrslit varð steypavinnari.
Hjá pinkum var tað Flykran hjá Støkk, sum vann við 23,79 stigum.
Nummar tvey var Femja hjá Havnar Fimleikafelag við 22,37 stigum.
Nummar trý var Firvaldar við 18,92 stigum.
Hjá Smágentum var tað Nita hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann við 25,25 stigum
Nummar tvey var Nora hjá Havnar Fimleikafelag við 24,85 stigum
Nummar trý var Vípan hjá Støkk við 25,16 stigum.
Hjá Gentum var tað Svalan hjá Støkk, sum vann við 27,5 stigum
Nummar tvey var Eina hjá Havnar Fimleikafelag við 26,47 stigum
Nummar trý var Ljósið við 25,1 stigum.
Hjá Unglingum var tað Alda hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann við 27,17 stigum.
Nummar tvey var Viljin hjá Støkk við 23,72 stigum.
Nummar trý var Ljósið við 23,41 stigum
Hjá Kvinnum vann Hulda hjá Havnar Fimleikafelag við 26,43 stigum.
Nummar tvey var Herta hjá Havnar Fimleikafelag við 21,4 stigum.
Soleiðis vann Havnar Fimleikafelag tríggjar kappingar, meðan Støkk vann tvær.
TRÝST HER fyri at síggja øll úrslitini.