Heystkonfirmatiónin: Vit skulu forma okkara børn

Klokkan trý mikudagin hittust 58 børn í Havnar Kirkju. Teir vóru samankomin fyri at hyggja eftir kirkjuni og umstøðunum har, og um nú alt var í lagi til konfirmatiónina í oktober. Tey hava øll eitt til felags, tey vilja konfirmerast og næstu vikurnar skulu tey ganga til prest og læra um hví tey skulu konfirmerast. Og tey skulu konfirmerast ávikavist 6. oktober og 13. oktober.

Klokkan trý mikudagin hittust 58 børn í Havnar Kirkju. Teir vóru samankomin fyri at hyggja eftir kirkjuni og umstøðunum har, og um nú alt var í lagi til konfirmatiónina í oktober. Tey hava øll eitt til felags, tey vilja konfirmerast og næstu vikurnar skulu tey ganga til prest og læra um hví tey skulu konfirmerast. Og tey skulu konfirmerast ávikavist 6. oktober og 13. oktober.
Børnini eru úr Eysturbýnum úr Havn og fleiri kennast. Prestarni,r sum skulu standa fyri konfirmatiónini, eru Henning Nielsen, hjálparprestur og Sonja Klein, prestur í Suðurstreymoyar Eystara prestagjaldi.
-Eg eri av tí áskoðan, at vit vaksnu skulu ávirka okkara børn, vit skulu forma tey. Gera vit ikki tað, so eru tað onnur sum forma tey. Ávirkanin er ovurhonds stór í dag. Serliga gjøgnum sjónvarp og internetið. Tí er tað okkara skylda at forma okkara børn soleiðis, at tey kenna gleðiboðskapin í kristindóminum og kenna høvuðsinnihaldið, sum er at fremja kærleika millum fólk, kærleika til næstan, sigur Sonja Klein.
- Konfirmatiónin er í stuttum, at Gud sigur ja til børnini. Gud staðfestir, at børnini eru hansara. Vit eru móttakarar mótvegis Gudi, ikki gevararnir. Samastundis er konfirmatiónin høvi, har børnini játta sína trúgv, sigur Sonja Klein, prestur.
-Vit leggja stóran dent á í undirvísingini at hitta børnini har tey eru. Tað hevði ikki nytta at havt somu undirvísing í dag, sum tá eg var konfirmantur. Tíðin broytist allatíðina og tað gera umstøðurnar hjá børnunum eisini, sigur Sonja Klein.
Tað verður sagt, at konfirmatiónin er í høvuðsheitinum gávur og veisla og tað andaliga er bara høvi til hesa materiellu hending?
-Andaliga gávan í konfirmatiónini eru at Gud í himmlinum er góður við teg, og hann gevur tær sín kærleika sum gávu. Vit geva bara gávur til tey vit eru góð við. Konfirmatiónin í kirkjuni er ein stór gáva givin av Gudi til tey hann elskar. Aftaná halda vit veislu heima, og geva gávur til tey vit elska, okkara børn, sum eru konfirmerað. Tað er ein gleðilig hending, sigur hon.
-Mínar royndir, sum prestur eru, at børnini so avgjørt ikki halda tað at ganga til prest er nakað keðiligt, heldur tvørtur í móti. Tey eru sera virkin í konfirmatiónsundirvísingini og tey vísa avgjørt ikki, at hetta er bara nakað, sum tey vilja hava yvirstaðið, sigur Sonja Klein.
-At konfirmatiónin í høvuðsheitinum er, at Gud sigur ja til okkum, er eisini orsøkin til at brekað børn, sum kanska ikki kunnu tosa, verða konfirmerað. Tað hevur ongan týdning um tey duga at svara spurningum. Tað sum telir er hvat gongur fyri seg millum Gud og børnini, tann dagin tey verða konfirmerað, sigur Sonja Klein.
Konfirmatiónin er ein elligamal siður og stavar frá jødadóminum, har dreingir lesa heilagu skriftina og játta sína trúgv, tá teir eru 13 ára gamlir, tann sokallaða BarMitzwa hátíðin. Katolikkarnir konfirmerað eisini børnini, so konfirmatiónin í Føroyum er eins gomul og kristindómurin her á landi.
Tær fyrstu tríggjar vikurnar skulu komandi konfirmantarnir í Havnar Kirkju ganga níggju tímar um vikuna til prest. Tríggjar dagar á tríggjar tímar. Tvær tær seinastu vikurnar skulu tey ganga seks tímar um vikuna. Tværferðir á tríggjar tímar. Konfirmantaundirvísingin fyrigongur í skúlatíðini og verður hildin í KFUK og í KFUM.