Heystfest í høllini á Hálsi leygarkvøldið

Komandi leygarkvøld, 7. oktober, verður høllin á Hálsi karmur um ársins hallarkonsert.

Talan verður um nøkur av teimum heitastu og feitastu nøvnunum á tónleikapallinum í løtuni.

 

Tónleikurin rakar allar aldursbólkar. Her verða famførslur frá RSP & Adrenaline. Í báðum førum er talan um ungar menn, sum veruliga hava fingið fjøldina at kóka, har teir hava framført. 

 

Saman við einum framúr húsaorkestri fara - 

* Steintór Rasmussen

* Signar í Homrum

* Laila & Malan

* Jón Jacobsen (úr Grandma´s Basement)

* Hans Edward (úr The Dreams & Glóð)

 

- at spæla øll síni kendastu hitt, og har er veruliga nógv at velja ímillum.

 

##med2##

 

Stigtakarar til tiltakið siga, at hetta helst verður tað størsta syngið-við-tiltakið í ár.

 

- Dyrnar í høllini á Hálsi lata upp klokkan 22, og klokkan 23 fara tey fyrstu á pallin. Síðan verður tað ein long hitt-parada líka til klokkan 03.45, verður lagt aftrat.

 

Atgongumerki til heystfestina í høllini á Hálsi fáast á www.atgongumerki.fo