Í gjár skuldu Elin Joensen og Trygvi Absalonsen njóta fyrsta feriudagin á Kreta. Tey lesa bæði í Aalborg, men nú heystferia er, høvdu tey keypt sær eina ferð suðureftir. Fyrsti feriudagurin varð tó skakaður av jarðskjálvta, sum rakti Kreta seinnapartin í gjár.
- Vit høvdu verið úti í sólini nakrar tímar, men fóru so inn at hvíla okkum, so vit ikki brendu okkum fyrsta dagin. Vit settu okkum at hyggja at einum filmi, men alt í einum byrjaði tað at klirra á kamarinum. Trygvi hugdi upp á meg og spurdi, hvat eg gjørdi. Eg flenti bara, tí eg helt, at hann tvætlaði, greiðir Elin frá.
- So byrjaði alt at ristast, og vit blivu ógvuliga kløkk. Vit hoyrdu børn skríggja, trøini sveiggjaðu, og alt kendist sera ógvuligt. So hasaði tað eitt sindur av, men eina løtu kendist tað, sum at verða umborð á einum báti, sum rullaði.
- Eg haldi, at vit fóru í panikk, tí vit fóru ikki út, fyrr enn alt varð yvirstaðið, og tá komu eisini nógv onnur fólk út. Øll vóru sera kløkk, og summi børn hildu fram at gráta, sigur Elin.
Miðdepilin fyri jarðskjálvtan var nakað vestan fyri Kreta, men skjálvtin, sum varð máldur til 6,4 á Richter stiganum, merktist allastaðni á Kreta. Onkur hús og handlar fingu minni skaðar, og eitt eldri fólk fekk skaða. Og í øllum førum var upplivingin ógvuslig – serliga fyri ferðafólk, ið ikki eru von við skjálvtarnar, sum javnan raka økið kring Kreta
- Vit hava tað gott og ætla okkum at njóta restina av feriuni her. Eg kenni meg tó ikki heilt trygga enn, tí tá eg hoyri okkurt ljóð, sum minnir um klirrini í gjár, kann eg blíva eitt sindur stúrin. Men vit hava verið á strondini í dag og hava eisini sólað okkum uttan fyri hotellið, og nú tykjast fólk rólig aftur, sigur Elin Joensen.










